Endamálið við verkætlanini er at lýsa Fuglafjørð bæði í fortíð og nútið, og hon er ein samanrenning millum Fuglafjarðar kommunu, Fuglafjarðar fornminnisfelag , felagsskapir og privatpersónar.
Verkætlanin er býtt sundur í tvey, sum er
eitt savn við myndum, sjónbondum, ljóðupptøkum og skjølum. Umframt møguleikan at skráseta, so hevur almennningur eisini møguleika at leita í hesum savni.
og
eitt savn við lutum. Tað ber til hjá almenninginum at skráseta í skipanina, men sum er, hevur almenningurin ikki atgongd til at leita í savninum.
Ert tú í iva, um hvørt luturin, myndin, upptøkan ella skjalið hevur nakað uppá seg, ella er vert at goyma, set teg i samband við bygdasavnið, áðrenn tú koyrir møgulig savnindi burtur!
Vit leita eftir tær, ið hevur hug at varðveita søguna um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar.
Ert tú tann, ið vit kunnu heita á annars, lat okkum fáa navn og tlf. her
Brynhild Næs Petersen
Jóhan Joensen
Marjun Patursson