Tá ættarlið fara og nýggj taka við, er ikki vist, at nýggja ættarliðið sær virði í gomlu lutunum, myndum ella skjølum, ið hava havt innivist í húsunum og tí vilja sleppa sær av við tað, sum húsini hava hýst. Nógv hús verða tí ruddað fyri at geva tí nýggja rúmd.
Kanska goymir tú eina mynd, eitt gamalt bræv, eitt skúlaprógv, eina røðu, eina kvittan frá onkrum av bygdahandlunum, eina yrking ella okkurt annað áhugavert?
Tað, sum kanska er skrambul fyri teg, er møguliga gull fyri tey, ið vilja vita meira um Fuglafjarða søgu og fólkið her býr.
So áðrenn tú koyrir nakað burtur av tí gamla, tað veri seg lutir, myndir, ljóðupptøkur ella skjøl, lat okkum frætta frá tær fyrst.
So taka vit eitt prát saman.
Sum meginregla, verður skrásett við teldu, men ert tú ikki heimsmeistari í teldubrúki, ber til at biðja onkran at hjálpa tær at skráseta - kanska onkran ungan sum gamlan í familjuni ella grannalagnum, ið er teldukønur.
Hevur tú ikki førleika at skráseta á teldu og ongan at hjálpa tær, ber eisini til at skráseta á papír. Oyðubløð fært tú við at venda tær til savn@fuglafjordur.fo ella tlf. 238010.
Fyri at skráseta lutir er gott at hava
fartelefon at avmynda lutin
atgongd til teldu fyri at skráseta lutin á megminnist.fo, tó eingin treyt.
lineal á 20 cm
blýant (eingin treyt)
merkisseðlar (eingin treyt)
Luturin skal avmyndast bæði framman og inn á síðuna. Myndin verður síðani løgd saman við skrásetingini av lutinum. Linealin verður løgd frammanfyri lutin, so at hóming fæst um støddina av lutinum.
Allir lutir fáa eitt nummar, tað kalla vit objektnummar. Allarbest er at merkja lutin við tí objektnummarið, hann hevur fingið. Tað gerst við at skriva objektnummarið við blýanti á eitt lítið sjónskt stað á lutininum, um tað ber til. Annars skriva objektnummarið á pappírsspjaldur, ið verður bundið í lutin.
Les fyrst nágreiniliga leiðbeining um, hvussu tú stig fyri stig fyllir teigarnar í skrásetingini út og hvussu tú fært objektnumrini. Leiðbeiningina finnur tú her
Gev myndini eitt sigandi navn., tvs. ikki "Gomul mynd" men t.d. "Børn spæla í bønum". Fylg annars teimum leiðbeiningum, ið liggja við fyri hvønn teig í skrásetingarskipanini Megminnist
Gev gætur at mynd krevur samtykki. Vís virðing fyri teimum, ið tú leggur mynd út av - eisini teimum, ið farin eru. Sama er galdandi, um tú leggur ljóð og skjøl út.
Um tú vilt av við pappírsmyndirnar ella -skjølini, ið tú hevur skrásett, tekur Fuglafjarðar bygdasavn fegið ímóti. Bygdasavnið syrgir fyri at tað verður goymt á tryggum stað.
Lat okkum frætta á savn@fuglafjordur.fo, áðrenn tú koyrir nakað burtur.