Hvussu var tað nú tað var?
Kom og gev títt íkast, so at vit í felag varðveita minni og søgu um Fuglafjørð. Vit bjóða øllum við, - bæði privatfólki og felagsskapum, at skráseta tykkara minni.
"Latið ei søguna doyggja, men goymið hana so væl"
Hevur tú lutir, myndir, ljóðupptøkur ella skjøl, ið siga nakað um gerandisdagin í Fuglafirði, sum hann var, ella søguna um bygdina annars og fólki, har býr, hevur tú nú møguleika at fáa hetta skrásett, - og um tú vilt, ber eisini til at lata Fuglafjarða bygdasavni lutirnar, sum síðani setur teir á goymslu.
Dagsins myndir verða morgindagsins minni. Tað hevur tí eisini nógv at siga, at vit goyma myndinar, ið vit taka í dag fyri síðani miðla tær fyri eftirtíðina - tí sum Bjørnstjerne Bjørnsson, gamli segði "Om hundrede år er alting glemt".
Ert tú í iva, um tað tú liggur inni við, hevur nakað uppá seg, set teg i samband við Fuglafjarðar bygdasavn, áðrenn tú møguliga umhugsar at koyra tað burtur!
Set teg í samband við okkum á [savn@fuglafjordur.fo] ella tlf. 238010